«2020»Í dag«Nov»
30           1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Høvuðsstuðul hjá KBF



Aðrir stuðlar


     


Á Aliráðstevnuni, sum varð hildin fríggjadagin 6. mars, varð avdúkað, hvør besta smoltstøð og besta alistøð á sjónum var í farna ári. Besta smoltstøð var smoltstøðin hjá Marine Harvest á Hellunum, Marine Harvest Hellurnar hevði eitt felli á 0,94% deytt fyrstu 90 dagarnar á sjónum og besta alistøð á sjónum var alistøðin hjá Hiddenfjord á Sørvági.
Besta smoltstøðin verður vald eftir, hvør hevur haft lægst byrjanarfelli á sjónum, og besta alistøð á sjónum verður vald eftir einum effektivitetsindeksi, har vøkstur og fóðurfaktor verða samanborin. Við í kappingini vóru ringar, sum vórðu tiknir seinasta árið

Innbjóðing til Marin Harvest Open í Tórshavn 30-31.okt 2015

 

Marine Harvest-Open 2015

 

 

HBF & BSF bjóða hervið til 2. umfar av badminton Grandprix hjá U-11, U-13,

U-15, U-17 og vaksin. Kappingin verður í Badmintonhøllini og høllini á Hálsi í Tórshavn.

 

Dato:              Leygardagin 31. oktober frá kl. 9:00; U-11, U-13, U-15, U17

                      Tó skal U11D møta kl. 8.30, sí stað tá kappingin er løgd.

Sunnudagin 1. november frá kl. 13:00;  Vaksin

(Tíðarætlan og skrá verður at síggja á www.bsf.fo frá hósdegnum 29. oktober)

 

 

Greinar:         Einmansleikur, (gentur og dreingir spæla saman). Meldið til í:

 

U11 A, B, C ella D (fødd 2005 og yngri)

U13 A, B, C ella D (fødd 2003 og 2004)

U15 A, B, C ella D (fødd 2001 og 2002)

U17 A ella B (fødd 1999 og 2000)

Vaksin A ella B (fødd 1998 og eldri)

 

Nýggir spælarar byrja í bólki  D, og spælarar flyta upp, tá teir hava vunnið nóg

nógv stig sambært reglum hjá BSF. Les meira um Grandprixkappingina á

heimasíðuni hjá BSF.

 

Reglugerð:     Spælt verður sambært "DBF´s turneringsreglement." (tó verður møguliga spælt til færri enn 21 stig). Kappingin verður skipað sum “pool/cup” kapping, treytað av luttakaratalinum. BSF tilskilar sær rættin til at gera seedningar (vanliga 2 spælarar). Lesið meira um Grand Prix kappingina á www.bsf.fo.            

 

Heidursmerki: Spælt verður um heiðursmerki í øllum bólkum.                                                           

                     

Gjald:             U-11, U-13, U-15, U-17:    kr. 50,-    

Vaksin:                           kr. 100,-    

Peningurin skal gjaldast í høllini á kappingardegnum.

 

Tilmelding:    Feløgini skulu senda samlaða tilmelding til Havnar Badmintonfelag í seinasta lagi mánadagin 26. oktober 2015 kl 16.

 

Send til havnarbadmintonfelag@gmail.com

 

Avboð:           Ber ikki til at møta til kappingin (til dømis vegna sjúku), verða tit vinarliga biðin um at melda avboð.

  • Áðrenn leygardagin 31. oktober til Jacob (Tlf : 215175).

  • Leygardagin 31. okt. og sunnudagin 1. nov. til kappingarleiðslu hjá HBF (Tlf. 224086) 

     

    Leikarar hjá KBF krossa seg av á listanum í høllini frá mánadegi 19.okt, seinasta freist er sunnukvøldi 25.okt.     Foreldur/verja frá 5.flokki og niður, vinarliga vátti at tað er ok J




2015 Innbjóðing til Marine Harvest Open (1).docx