«2020»Í dag«Nov»
30           1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Høvuðsstuðul hjá KBF



Aðrir stuðlar


     


Hjá gentu í U11 hava okkara gentur úr KBF lagt seg á odda í GP kappingini:-)

Seinasta vikuskifti var Marine Harvest Open í Havn, leikarar hjá Klaksvíkar Badmintonfelag vunnu heili 22 heiðursmerkju :-) Her eru myndir av vinnarunum.

 Okkara leikarar kláraðu seg sera gott seinasta vikuskifti í Havn, har Grand Prix 2 var leikt.  Hjá teimum vaksnu hevur Rani í Bø hjá KBF lagt seg á odda í Grand Prix kappingini og Rainer eisini úr KBF er nummar tvey, flott av KBF leikarunum.

Hjá gentum í U11 hava okkara røsku gentir lagt seg á odda og eigir KBF nummar eitt , KBF nummar tvey og HBF nummar trý, KBF eigur eisini nummar fýra,gott kempa gentir :-)

Okkara leikarar fingu tilsamans 22 heiðursmerkju, og kunnu vit verða sera væl nøgd við tað.  Tað var eisini stuttligt at síggja, at fleiri av okkara ungu KBF leikarum vunnu meiðursmerkju fyri fyrstu ferð. Millum annað leikti Silja Sivertsen seg fyri fyrstu fer til eitt heiðursmerkji í badminton, og vann hon bronsu í U13 d gentir.  Eisini Jóel M Jacobsen vann sítt fyrsta heiðursmerkji í Marine Harvest Open, hann gjørdist nummar tvey í U11 D, í sama bólki vann Benjamin Norðoy Villhemsen bronsu, tað var hansara fyrsta kapping:-)

Næsta Grand Prix kapping verður í Klaksvík 5. og 6. des 2015, tann kappingin kallast JFK-Open.

Til Marin Harvest Open var met høgt luttakaratal, og stuttligt var at síggja eitt nýtt badmintonfelag verða við fyri fyrstu fer.  Nápur sum tað kallast, vann eisini fleiri heiðuramerkju, og eisini gull, flott flott, og vilja vit í KBF ynskja Nápu hjartaliga vælkomin í badminton í Føroyum:-)


KBF 

NB  Vit mangla onkra mynd, U15 D og Vaksin B, um onkir hevur eina, kunnu tit senda hana til kbf@kbf.fo  TAKK